Minst fýra sløkkiliðsmenn vórðu seinnapartin raktir av skotum í býnum Webster, sum er har vesturi í statinum New York. Sjónvarpið CNN sigur frá keldum í løgregluni, at tveir av løgreglumonnunum doyðu av skotunum.
13WHAM News sigur, at ein ókendur maður skeyt eftir sløkkiliðsmonnum, sum vóru boðsendir til ein eldsbruna í einum sethúsum. Sambært CNN royndu sløkkiliðsmenninir at sløkkja eldin, men teir máttu gevast, tá maðurin fór at skjóta eftir teimum.
Løgregluovastin, Patrick O'Flynn, sigur við fjølmiðlarnar, at hann kann ikki siga nakað nærri um hendingina, fyrr enn hann hevur tosað við fólk á staðnum.










