Mánadagin 1. oktober 2007 høvdu tveir sløkkiliðsmenn hjá Tórshavnar sløkkiliði 40 ára starvsdag.
Tann 1. oktober 1967 byrjaðu Hilmar Johannesen og Anfinn Reinert í starvi hjá Tórshavnar sløkkiliði, og í hesum starvi eru teir framvegis. Dagurin 1. oktober er eisini stovningardagur hjá Tórshavnar sløkkiliði. Tað eru í ár liðin 74 ár, síðan Tórshavnar sløkkilið varð sett á stovn.
Á samkomu á Sløkkiliðsstøðini við Oyggjarvegin, handaði Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri, Hilmari og Anfinni heiðursbræv og heiðurstekin í gulli frá Beredsskabsstyrelsen sum viðurkenning fyri trúgva og góða tænastu.
Eisini Hans David Hansen, sum 1. mars hevði verið 20 ár í starvi hjá sløkkiliðnum, fekk heiðursbræv og heiðurstekin í silvuri frá Beredsskabsstyrelsen.Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt eisini røðu og handaði gávur og blómur frá Tórshavnar kommunu.
Kelda: www.torshavn.fo