Tað 36 ár, síðan Skálafjarðar Sløkkilið varð stovnað, men tað eru 35 ár síðan, at fyrstu sløkkiliðsmenninir vórðu knýttir at felagnum. Tilsamans 44 sløkkiliðsmenn eru knýttir at Skálafjarðar Sløkkiliði, og nú hava teir allir fingið nýggjar búnar til umboðan.
Sunleiv Højgaard, leiðari sigur, at felagið annars er stovnað í 1974.
Hann sigur, at hóast felagið varð stovnað fyri 36 árum síðan, eru nú 35 ár liðin, síðan felagið keypti sær útgerð, og fyrstu sløkkiliðsmenninir vórðu valdir og gjørdust knýttir at felagnum.
- Sigast kann ikki annað enn, at nógvir av hesum monnum hava verið ógvuliga trúfastir, tí á veitsluni, vit høvdu fyri fáum vikum síðan, vórðu ikki færri enn átta mans heiðraðir fyri 35 ára trúgva tænastu hjá sløkkiliðnum, sigur Sunleiv Højgaard.
Portalurin kann leggja aftrat, at maðurin, sum varð heiðraður fyri 25 ára tænastu, var sjálvur sløkkiliðsleiðarin, Sunleiv Højgaard, sum soleiðis hevur verið partur av hesum virksemi eina fjórðingsøld.