Sløkkiliðsfólk til móttøku

Mánakvøldið var móttøka við Bygdahúsið á Strondum í sambandi við, at kommunurnar við Skálafjørðin, sum eiga og reka Skálafjarðar Sløkkilið, hava sett Sunleiv Højgaard í fast starv sum brunaumsjónarmann fyri økið

Móttøka

 

Móttøkan á Strondum var ikki lýst alment. Hetta var ein móttøka fyri teimum, sum standa aftanfyri Skálafjarðar Sløkkilið – sløkkiliðsfólki og kommunustýrislimum í samtakinum.

Tað var brunanevndin, sum tók stóð aftanfyri fyri móttøkuna, har nýtt búmerki fyri Skálafjarðar Sløkkilið eisini varð avdúkað eins og fólk, sum vóru á staðnum, fingu høvi at síggja ymiska útgerð, ið felagið ræður yvir.

Kommunurnar, sum eru við í felags sløkkiliðnum, eru Nes kommuna, Sjóvar kommuna, Runavíkar kommuna og Funnings kommuna.

Við móttøkuna beyð borgarstjórin í Sjóvar kommunu vælkomin og avdúkaði nýggja búmerkið hjá felagnum. Síðan segði formaðurin í brunanevndini, Petur Jacob Petersen (Dakko) nøkur orð.

Sunleiv Højgaard greiddi frá teimum uppgávum, sum sløkkiliðið hevur og teimum ætlanum, sum liggja fyri framman.

Við móttøkuna vístu sløkkiliðsmenn eisini, hvussu ein bilur verður kliptur, og hvørjar mannagongdir verða brúktar í hesum sambandi.

At enda fingu fólk okkurt til matna av grillini, samstundis sum møguleiki var at síggja ein part av útgerðini, sum Skálafjarðar Sløkkilið, ræður yvir.

Væl av fólki var møtt til tiltakið á Strondum í gjárkvøldið, sum varð hildið uttandura í besta veðri.