Anfinn H. Leo og Gudmundur Jacobsen átaksleiðarar eru samdir um, at her er talan um ein stigabil, sum nøktar tørvin fyri alla Suðuroynna, og at bilurin er í sera góðum standi, hóast at hann er 20 ára gamal.
– Teir siga, at bilurin hevur júst verið til sýn, og har var alt sum tað skuldi vera, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Sløkkiliðsútgerðin á bilunum, -tað verið seg serliga stigin-, sum røkkur 30. metur krevur eitt serligt eftirlit, nú hesin er 20 ár.
Tí verður neyðugt at senda bilin til Danmarkar komandi ár, har øll útgerðin verður kannað og dagførd á góðkendari verksmiðju, ið er umboð fyri veitarin, ið hevur framleitt stigan á bilinum.
– Átaksleiðararnir meta, at hesin stigabilurin nøktar tørvin í Suðuroynni í nógv ár framyvir, og hesin kann beinanvegin verða virkin partur av tilbúgvingini í allari Suðuroynni, og harvið vera við til at økja um trygdina, sum váðametingin og tilbúgvingarætlanin fyri Suðuroynna leggur upp ti, skrivar Tvøroyrar kommuna.
##med2##