Gjárkvøldið hevði sløkkiliðið í Havn eina venjing í at sløkkja og fáa fastkleimd fólk leys úr bili Klokkan 19 í gjárkvøldið sóust blá blunk undir Kleynisvarða á Oyggjarvegnum.
Hetta var ein venjing hjá sløkkiliðnum í Havn.
Støðan var, at tveir bilar høvdu rent saman. Annar bilurin fór niðan av vegnum, og eldur kom i hann. Hin bilurin fór omanav, og tvey fólk sóu kleimd føst í bilinum.
Fyrsta liðið av sløkkiliðsfólki tók sær av at klippa tey bæði fólkini leys, kanna tey, geva teimum kraga, fyrstuhjálp o.s.v.
Aftaná kom eitt annað lið av sløkkiliðsfólki og sløkti logandi bilin.
Venjingin gekk væl, sigur sløkkiliðið. Tað gingu 35 minuttir, frá tí at óhappið hendi, til fólkini vóru leys. Og tað verður mett at vera avbera skjótt.
Sløkkiliðið hevur regluligar veniingar hvønn mánað, og tað er ikki burturvið onkuntíð ikki at hava sjúkrabilatænastuna við, tí tá hava sløkkiliðsfólkini betri møguleika at royna seg í fyrstuhjálp og øðrum.










