Klaksvík: Leygardagin verður opið hús á Sløkkiliðsstøðini, og børnini sleppa ein túr við sløkkiliðsbilunum. Afturfyri fáa tey dimplom. Seinni í næstu viku fer sløkkiliðið at hava samkomu fyri innbodnum.
Nú sløkkiliðið heldur føðingardagin kann tað fegnast um, at ein nýggjur sløkkiliðsbilur er á veg til Klaksvíkar. Gongst tað sum ætlað, verður hesin bilurin í Føroyum í næstu viku.