Sløkkiliðið í Havn: Nakrir skaðar longu nú

Sløkkiliðsleiðarin hjá sløkkiliðnum í Havn sigur við in.fo í morgun, at nú eru teir boðsendir nakrar ferðir. Tað verið seg til onkra úthurð, sum er farin, til okkurt træ, sum er koppað, til jólapynt í miðbýnum, sum er farið.



Somuleiðis er sløkkiliðið boðsent til kaldbakstunnilin, tí bjálkin, sum eigur at markera hæddina á akførum, hekk í øðrum endanum. Sløkkiliðið í Havn hjálpti tí Landsverk við at taka hann niður.