Sløkkilið
Nú eru sløkkiliðini í Suðuroy flutt fram í nútíðina.
Mánakvøldið komu tveir spildurnýggir sløkkiliðisbilar til Suðuroynna, har teir skulu loysa teir elligomlu og ótíðarhóskandi bilarnar av.
Hetta er eitt sera stórt framstig fyri brunatrygdina í Suðuroy, tí teir bilarnir, sum eru, eru gamlir og als ikki tíðarhóskandi longur.
Hesir báðir bilarnir eru av merkinum Scania, men teir eru bygdir í Danmark.
Annan bilin hava kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, keypt saman og hann kemur at standa í bjargingarstøðini í Vági
Hin bilin hava Tvøroyrar Kommuna og Hvalbiar Kommuna keypt saman og hann kemur at standa á brandstøðini á Tvøroyri.
Fámjins Kommuna er ikki við í tiltakinum, ikki enn í hvussu so er, so enn er óvist, hvussu verður, kemur eldur í í Fámjin. Men fyribils verður tað so helst til, at teir verða noyddir at leiga bilin, skuldi brúk verið fyri honum í Fámjin.
Bilarnir kosta ímillum hálvaaðru og tvær milliónir hvør.