? Eg veit ikki um vit fyrireika okkum á nakran serliga hátt til nýggjárið, vit eru jú altíð fyrireikaðir. Men tað er givið, at tað er meiri útsett á nýggárinum í mun til vanligar dagar, og tað ger kanska, at vit hugsa meiri um tað, staðfestir Annfinn Reinert á Brandstøðini í Havn.
Annfinn Reinert sigur, at tað arbeiða 28 sløkkiliðsfólk á støðini í Havn. Tey eru býtt í tvær vaktir, har 14 fólk arbeiða á hvørjari.
? Nýggjársaftan er eitt vanligt kvøld í so máta fyri okkum. Vit hava eins nógv fólk til arbeiðis og vit plaga. Men vit kunnu altíð ringja til frívaktina, um okkum tørvar hjálp, greiðir Annfinn frá.
Hann heldur eisini, at sløkkiliðsfólkini hugsa meiri um vandan á nýggjárium, enn vanligar dagar.
Òtti fyri eldi
Annfinn heldur, at tað eru nógv fólk, ið bera ótta fyri nýggárshaldunum kring landið.
? Fólk hugsa um vandan, ið stendst av øllum eldinum og neistunum, sum fúka á nýggjárinum. Tað haldi eg, at eg kann siga fyri vist. Men tað eru kanska serliga eldri fólk, ið eru bangin, heldur Annfinn.
Hann sigur tó, at fólk ansa sera væl eftir, og tað er tí sera sjáldan, at nakar eldsbruni stendst av nýggjárshaldinum.
? Hóast vandin er nógv øktur hendan dagin, so er tað merkiliga sjáldan at nakar skaði stendst av tí. Okkurt árið eru ólukkur hendar, men nú haldi eg, at tað fer at vera langt síðani seinast. Og tað er sjálvandi positivt, at fólk ansa betri eftir, sigur Annfinn.
Gott veður ringt
Annfinn heldur, at vandin fyri eldi á nýggjárinum er størst, tá veðrið er gott. Tá má størsta varðsemi sýnast.
? Tá nógv fólk eru úti og skjóta og brenna bál í góðum, turrum veðri, er vandin sera stórur. Tí um veðrið er gott, eru, fyri tað fyrsta, nógv fleiri fólk sum fara út at skjóta fýrverk og brenna bál. Men eisini tí, at tað festir lættari í, um veðrið er gott og tað er turt, sigur hann.
Hinvegin vísir Annfinn eisini á, at tá veðrið er gott, eru sannlíkindini best fyri, at rakettirnar fara beint upp í luftina, áðrenn tær bresta. Er vindur, er skjótt til, at rakettirnar verða tiknar av hvirlum og førdar niðuraftur ímillum hús, áðrenn tær bresta. Hetta kann sjálvsagt eisini vera sera vandamikið.
? Tað er komið fyri, at rakettir eru foknar niður á tekjur, inn gjøgnum opin vindeygu og ímillum skins og hold á húsum, har tær síðani eru brostnar. Tað kann ein og hvør siga sær sjálvum, at tað lættliga kann gerast vandamikið, heldur Annfinn fyri og vísir á fólkaskaðan, sum eisini kann standast av fúkandi rakettum.
Spurdur um tað er nakað, ein serliga skal ansa eftir á nýggárinum, hevur Annfinn ilt við at velja nakað serstakt burturúr.
? Neyðrakettirnar verða ofta hildnar at vera vandamiklast, men um tær virka sum tær skulu, og bresta uppi í luftini, so er eingin vandi. Tað sama er galdansi fyri vanligu rakettirnar. Bálini eru at kalla vandaleys, um tey bert verða kynd við skili, og ansað verður eftir teimum. Men tað er skjótt til, at neistar fara at fúka, og sum tá lættliga kunnu seta eld á hús og annað. Teir kunnu nevniliga fúka langt, og framvegis gera stóran skaða, staðfestir Annfinn, og slær fast hvussu týdningarmikið tað er at vera varin.
Geva boð um bál
Seinastu dagarnar, hava størru býráðini lýst við, at fólk skulu boða frá, um tey ætla sær at kynda bál á nýggjárinum. Hetta verður gjørt fyri at økja um trygdina.
? Tá fólk boða frá, at tey fara at kynda bál, skriva vit bæði navn, telefonnummar og adressu upp. So vit hava gott skil á, hvar smáu eldarnir eru kring býin. Um vit so fáa eina fráboðan, so síggja vit beinanvegin, um eitt bál er nærhendis, og hvør er ábyrgdarpersónur av tí, greiðir Annfinn frá.
Hann sigur, at tað meiri enn so kemur fyri, at fólk ringja inn og boða frá eldsbruna nýggjársaftan. Ofta, tí tey síggja smáu bálini langt burturfrá, úr einum vinkli, sum fær tað at sýnast, sum eldurin er í einum húsum.
? Tá kunnu vit skjótt kanna um nakað bál er har á leið, bert við at hyggja í listan hjá okkum. Men vit senda altíð onkan út at kanna málið, fyri at tryggja okkum, at eingin vandi er á ferð. Tí er tað so týdningarmikið at øll, sum ætla sær at brenna bál, siga okkum frá, slær Annfinn fast.
Mikumorgunin høvdu 26 fólk boða frá einum báli, men Annfinn væntar, at tað talið fer at fýrfaldast innan nýggjársaftan.