Sløkkiliðið á Christiansborg

Í morgun bleiv sløkkiliðið í Keypmannahavn boðsent at koma til Christiansborg, tí vaktarfólk høvdu boðað frá, at tað luktaði av royki í og nærhendis Landstingssalinum.

Sløkkiliðið fór væl mannað avstað. Eldur var eingin, og hóast sløkkiliðsmenninir kannaðu borgina væl og virðiliga, bar ikki til at siga, hví tað luktaði av royki, sigur Magnus Mattsson hjá sløkkiliðnum við DR.

Ein elektrikari hevur síðani verið á Christiansborg, og hildið verður, at lukturin stavaði frá einum skammlopi í elskipanini.