Sløkkiliðið í Klaksvík fekk týsnáttina fráboðan um, at eldur var í Hotel Norð á Viðareiði.
Sløkkiliðsmenninir vóru skjótir til Viðareiðis og kundu beinanvegin staðfesta, at talan tíbetur bert var um nógvan royk. Eldur var ikki í hotellinum. Orsøkin til tann nógva roykin, var ein grýta við kjøti, sum varð gloymd.
Gestirnir á hotellinum høvdu sjálvandi fingið boð um at fara út úr hotellinum og fingu onkrir av teimum nakrar myndir, tá bilarnir hjá Sløkkiliðnum komu blinkandi norðureftir.