Sløkkið 1. apríl!

Fyri 25 árum síðan:

Tíðindablaðið Sosialinum skrivar tann 24. mars 1984 at sjónvarpsfeløgini hava fingið boð um at sløkkja 1. apríl.


Sunnudagin 1. apríl er seinasti dagur sjónvarpsfeløgini sleppa at senda. Landsstýrið hevur givið feløgunum boð um at tey skulu gevast hendan dagin, sigur Torbjørn Poulsen, landsstýrismaður. Sjónvarpsfeløg eru í Havn, Klaksvík, Vestmanna, Vági, Sandoy, Eysturoy, Tvøroyri og á Eiði.

Feløgini fingu sendiloyvi við teirri treyt, at tey góvust so skjótt almenna sjónvarpið kom.


Landsstýrið hevur boðað feløgunum frá, at um tey hava útgerð sum Sjónvarp Føroya kann nýta, er Televerkið sinnað at yvirtaka hana.


Torbjørn Poulsen sigur, at sær vitandi er eingin umsókn komin frá nøkrum sjónvarpsfelag um at sleppa at halda fram eftir 1. apríl.


Undir yvirskriftini “Føroyingar í kjalarvørri Odysseus” skrivar blaðið eisini um Trónda Patursson í Kirkjubø, sum við einum báti sum griksku sjófararnir brúktu 1300-1400 fyri Krist, fer hann á eina rannsóknarferð inn í Svartahavið.


Blaðið skrivar eisini at svínoyingar gera klárt til drotningavitjan, sum verður í bygdini 13. mai, tá Margretha drotning og Heindrikur prinsur koma á vitjan.