Millum 19.30 og 20.30 leygarkvøldið skal sløkkjast um allan heimin. Felagsskapurin WWF skrivar á heimasíðuni, at Earth Hour er súmbolskt átak fyri at vísa, at vit taka veðurlagsbroytingarnar í álvara. Kilowattini, ið verða spard henda tíman, hava ikki so stóran týdning, men snýr tað seg um at vísa, at okkurt má gerast fyri at broyta skeivu gongdina í heiminum.
Við at sløkkja ljósið leygarkvøldið, atkvøða vit fyri einum betri umhvørvi til okkara barnabørn.
Og ongin sigur, at vit ikki kunnu gera leygarkvøldið eyka hugnaligt, tá sløkt verður.
Her eru nøkur hugskot:
- Sløkk heima og tendra nøkur ljós. Bivoks er betri enn stearin, tá ið talan er um umhvørvi.
- Bjóða til myrkan hugna. Savna nakrar vinir og ger góðan vistfrøðiligan mat.
- Um veðrið er klárt - far út og hygg upp í himmalin. Stjørnurnar síggjast eyka væl, um myrkt er.
- Ver einsamøll og hav eina mindfullness-løtu.
- Far út við myndatólinum og tak áðrenn og aftaná myndir.