Slíkar stevnur hava stóran týdning

Havnarfeløgini missa niðara vøll at venja á í eina viku ella so, meðan sølustevnan Fish Expo 09 verður hildin. Hetta er gjørt í samráð við HB og B36, sigur Heðin Mortensen

Tað hevur volt til nakað av ónøgd, at niðari vøllur í Gundadali verður nýttur til sølustevnu, og harvið ikki kann brúkast til hvørki venjing ella dystir í eina viku.

Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta tiltakið er gjhørt í samráð við HB og B36, og at Tórsvøllur er tøkur til venjingar hjá feløgunum, meðan niðari vøllur er upptikin.

Spurnartekin hevur verið sett við, um Tórsvøllur tolir so nógva nýtslu, nú bert tvær vikur eru eftir til landsdysturin móti Serbia skal spælast, men tí óttast Heðin Mortensen ikki fyri.

Hinvegin leggur hann dent á, hvussu nógv ein slík sølustevna hevur at siga fyri Havnina.

- Niðari vøllur í Gundadali liggur sera væl fyri. Tað er tætt við miðbýin, og har eru allir hugsandi fasilitetir beint við. Har er Norðurlandahúsið, Svimjihøllin og Listasavnið, alt nakað, sum lættliga kann brúkast, og sum ikki er neyðugt at koyra til, sigur Heðin Mortensen.

Hendan sølustevnan hevur áður verið hildin uppi á Sandvíkarhjalla, men Heðin Mortensen sigur, at hon liggur munandi høgligari fyri í Gundadali.

- Fólk kunnu spáka til stevnuna allastaðni frá. Talan er eisini um nógvar framsýnarar, 134 í tali frá fleiri londum, so tað sigur seg sjálvt, at stevnan hevur stóran týdning, sigur Heðin Mortensen.

Hann heldur ikki, at tað órógvar fótbóltin í størri mun, at stevnan verður hilodin á niðara vølli í Gundadali.

- Tórsvøllur er jú tøkur hjá feløgunum, og kommunan eigur jú alt økið í Gundadali, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjmórin, sum er farin til Íslands í dag, er tí sera spentur upp á, hvussu stevnan fer at hildnast.

- Hon verður í hvussu er hildin á einum høgligum stað, sigur Heðin Mortensen.