Óli Karl Hansen var í mong ár kendur fyri at reka OK Heilsøluna í Hvalvík, og undanfarnu bátahugnarnar lívgaðu hann og konan Esther mongum bátagestum o.ø. gestum við at grilla hundraðvís av pylsum uttanfyri bygningin hjá OK Heilsølu.
Nú njóta tey Bátahugnan í Hvalvík, sum meiri vanligir gestir. Óli Karl Hansen staðfestir, at slíkar góðveðursdagar, sum í dag, tá er best at verða í Føroyum. Óli Karl hevur selt OK Heilsøluna, og er ikki líka virkin í dag, sum hann var fyri stuttari tíð síðani.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Vilmund Jacobsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við hjúnini Esther og Óla Karl Hansen í "Bátaradio"-sendingini, sum var send á Rás2 seinnapartin.