Ísfiskalínuskipið Váðasteinur, sum er einasta føroyska ísfiskalínuskip á Flemish Kap í ár, kom klokkan 20 í kvøld á Toftir við stórari last av toski.
Teir hava fiskað á Flemish Kap í fimm dagar, og nú teir komu aftur, var lastin full undir lúkurnar, stívliga 230.000 pund.
- Um vit rokna veiðina upp á stampar á 300 húkar, so hava teir drigið 330 stampar, tí teir hava drigið 99.000 húkar, og tað má kallast góður fiskiskapur.
Tað skrivar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini í kvøld.
In.fo kann leggja aftrat, at hetta svarar til, at Váðasteinur á hesum túrinum á Flemish Kap hevur fingið sløk 700 pund á stampin í miðal, tá vit býta 230.000 pund við 330 stampum.
Sjómanstrúboðarin veit at siga, at Váðasteinur fyrsta dagin, sum eisini var hin besti dagurin, fekk 70.000 pund á 28 stokkum. Vánaligasti dagurin á túrinum var 24.000 pund á 10 stokkum.
- Vit vóna at fáa ein túr aftrat á Flemish Kap, sigur skiparin á Váðasteini, Árni Zachariasen, á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Sambært Torleifi Johannesen er veiðan hjá Váðasteini seld fyri slakar 1,8 miljónir krónur.