Grannskoðaravrkið Januar hevur í sínari greining av fiskavirkisvinnuni hugt at gongdini hjá sjey feløgum, sum reka fiskavirkir.
Greiningin byggir í fyrsta lagi á almennar roknskapir hjá feløgunum, sum í hesum føri eru Kósin í Klaksvík, Faroe Origin í Saltangará, TG Seafood í Hvalba, Vaðhorn á Strondum, Delta Seafood á Tvøroyri, Fiskavirkið í Gøtu og Sandoy Seafood í Skopun.
Hesi virki umboðaðu 69,2% av fiskaframleiðsluni í Føroyum í 2012, og Januar staðfesti, at raksturin hjá virkjunum samanlagt hevur givið hall øll árini frá 2008 til 2012 við undantak av 2011.
Gongdin hjá ymisku virkjunum hevur tó verið misjøvn, men samanlagt høvdu hesi sjey virkini aftur høvdu eitt samanlagt hall í 2012 á slakar 2,5 miljónir krónur.
Hyggja vit eftir ársverkunum hjá nevndu feløgum yvir eitt 5-áraskeið, síggja vit, at í 2008 vóru ársverkini 1.072 í tali, og bara trý ár seinni í 2011 vóru tey 587 - ella 485 færri.
Árini 2011 til 2012 er aftur ein vøkstur í ársverkunum - úr 587 upp í 638.
- Talið av ársverkum hevur verið støðugt minkandi fram til 2011, men hækkar við 8,7% frá 2011 til 2012.
Grannskoðaravirkið Januar vísir á, at ráfiskur fyri hvørt ársverk - við undantaki av 2012 - hevur verið hækkandi.










