Sløk 100 tons á uppboðssølu

Toskaprísurin er framvegis hin sami, og hann er næstan tvífalt so frægur sum hýsuprísurin.

Toskaprísurin er framvegis hin sami, og hann er næstan tvífalt so frægur sum hýsuprísurin. Soleiðis var eisini, tá Fiskamarknaður Føroya í morgun seldi stívliga 96,4 tons á uppboðssølu.

 

Meginparturin av fiskinum, sum varð seldur á marknaðinum í morgun, var toskur, mest av toski 2 og 3. Besti toskaprísur var fyri tosk 1, sum fekk 23,88 krónur í miðal fyri kilo.

 

Nøgdirnar av toski 2 og toski 3 vóru á leið tær somu - ella 18,7 tons av toski 2 og 19,1 tons av toski 1. Miðalprísurin fyri tosk 2 var 23,37 - og miðalprísurin fyri tosk 3 var 20,78.

 

Eini 16 tons vóru av hýsu, og her lá miðalprísurin millum 11,75 og 12,98 krónur fyri kilo, og tað var hin størsta hýsan - hýsa 1 - sum fekk besta miðalprísin.

 

Nøkur tons vóru av longu, kongafiski og svartkalva. Besti miðalprísur á longu var 18,50, kongafiskur fór fyri miðalprísin 9,21 - og miðalprísurin fyri svartkalva var 31,69 krónur fyri kilo.

 

Tey stívliga 96,4 tonsini á marknaðinum í morgun fóru fyri stívliga 1,8 miljónir krónur, sum gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 18,87 krónur fyri kilo.