Soleiðis er heitið á nýggjari bók, sum Elin Súsanna Jacobsen hevur skrivað.
Í seinna parti av 18. øld vaks ansurin fyri fólkaheilsuni og sannkenning-in av, at tað almenna átti at taka størri ábyrgd av at skipa fyri góðari heilsu-tænastu. Soleiðis var víða hvar í Norðurevropa, og hetta var eisini galdandi í Føroyum.
Bókin lýsir, hvørjar heilsutænastur vóru í Føroyum í eldri tíðum. Ein kapitul er um Argjahospital, ein annar um elstu læknasøguna. Men mest verður gjørt burturúr at lýsa tær heilsutænastur, sum vuksu fram í 19. øld í Føroyum, og at viðgera heilsupolitiskar tankar, ið lógu til grund fyri teim støðugu royndum at fáa fleiri læknar, betri ljósmøður, sjúkrahús og ymsar heilsulógir. Henda søgan gevur samstundis innlit í heilsulig og sosial viðurskifti, og fortreytir og vilja fólk-sins at taka undir við at leggja støði undir eitt nútímans heilsuverk.
Føroya Fróðskaparfelag gevur út, og bókin kostar 270 kr í bókabúðunum.