Hósdagin bar fíggjarmálaráðharrin uppskot í Løgtingið, har landsstýrið biður tingmenn játta eyka pening til rúsdrekkasøluna - kr. 1,5 mió. Fleiri orsøkir sigur hann eru til undirskotið, sum krevur hesa hækkan, men sjálvandi vita vit øll, eisini samgongulimir, at orsøkin til undirskotið er ov lágir prísir! Til teirra, sum siga at orsøkin er krav landsins at rúsan gevur yvirskot, er at siga, at rokna vit útreiðslur landsins av rúsdrekkaávum (tvs. sjúkur, skaðatilburðir,óarbeiðsføri v.m, v.m. v.m.), so skyldar rúsdrekkasølan landskassanum risaupphæddir!
Seinasta árið hava løgtingspolitikarar tíverri samtykt eina sparing fyri og aðra eftir á øki teirra veikastu. Hava álagt teimum, ið lítið hava frammanundan at gjalda enn meira. Tann skommin má ikki henda, at hesi, nú stundar til jóla, fara at síggja hendan pening sín fara beinleiðis til fígging av rúsdrekkasølu!
Áheitan Miðfloksins á landsstýrið er at taka aftur umsóknina um eykajáttan til rúsuna. Harvið fær leiðsla teirra greiðu boðini, at manglandi peningurin skal finnast við at hækka prísir. Rætta løtan er júst nú, áðrenn jólasølan byrjar, tí harvið tálma vit eisini søluni (kanningar vísa jú týðuligt samband millum prís og nýtslu). Ein slík avgerð vil geva mongum føroyskum familjum kærkomnu jólagávuna, eina rúsfría jólahøgtíð.