Slóðbrótarin Murray deyður

Lítlajólaaftan í 1954 framdi læknin, Josepf E. Murray eina fimm tímar langa skurðviðgerð, sum ikki bert bjargaði lívinum á sjúklingi hansara, men fekk lívsgevandi týdning fyri eftirtíðina fyri hundraðtúsundtals sjúklingar um allan heim.

Joseph Murray gjøgnumførdi nevniliga heimsins fyrstu nýratransplantatión, tá hann setti annað sunna nýra hjá Ronald Herrick í doyggjandi tvíbururin, Richard Herrick.

Fyri fimm døgum síðani varð Joseph Murray raktur av einari heilabløðing. Læknarnir kundu einki gera, og nú er hann so deyður, skrivar Boston Globe. Hann gjørdist 93 ára gamal.

Skurðviðgerðin í 1954 fór fram á Peter Brent Brigham Hospital í Boston, og var slóðbrótandi fyri allar transplantatiónir av gøgnum frá deyðum persónum til fólk, sum kundu framhaldandi liva við hesum eykalutum. Hendan hugvekjandi skurðviðger førdi beinleiðis til Nobel heiðurslønina.

Umframt at fremja transplantatiónir í mong ár, var Murray eisini við til at menna heilivág, ið forðar transplanteraðum gøgnum at verða frástoytt av nýggja kroppinum.