Sum nakað heilt nýtt innan stuðul til ítróttarfeløg, hava SMS, Kaupting og Føroya Tele valt at stuðla besta mansliðnum hjá Neistanum við samstundis at stuðla Føroya Felag Móti Krabbameini Besta mansliðið hjá Neistanum fer at leika við búmerkinum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini á bringuni. Eisini verður eitt telefonnummar, 905600, prentað á búnan, sum fólk kunnu ringja til og stuðla felagnum. Fyri hvørt uppkall fara 25,- kr. óskerdar til Krabbameinsfelagið.
- Hendan avtalan prógvar, at ítrótturin, vinnan og feløg, sum t.d. Føroya Felag Móti Krabbameini, avgjørt kunnu standa saman og gera gagnligar samstarvsavtalur sína millum, sigur Kjartan Thomasen, formaður í Neistanum, sum fegnast um avtaluna.
Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini er eisini glaður fyri gávuna.
- Tað hevur stóran týdning, at eitt ítróttarfelag sum Neistin stuðlar Føroya Felag Móti Krabbameini, tí júst ítróttur og likamsrørsla hevur stóran týdning í sambandi við krabbamein, sigur hann
Umframt stuðulin, sum kemur inn, tá fólk ringja til 905600, fær Føroya Felag Móti Krabbameini eisini eina peningagávu frá Kaupting Bank, SMS og Føroya Tele, tá ið kappingarárið fer at halla í apríl 2008.










