Slóðbrótandi lán til framtíðar kundan

Sum fyrsti banki í Norðurlondum bjóðar Føroya Banki kundum sínum ein nýggjan lánimøguleika til búseting.
Møguleiki verður nú at fáa eitt lán við 30 ára fastrentu. Hetta er eitt lán, sum hevur somu eginleikar sum eitt danskt realkredittlán.