Í hesum døgum eru tað ivaleyst mong, ið hava ætlanir um at sleppa av við nøkur kilo eftir jólini, og hjá summum er tørvurin størri enn hjá øðrum. Venjingarmiðstøðin Yndi fer í næstum undir at bjóða teimum, sum skulu av við nokk so fitt av kiloum, eitt skeið, har tey við hjálp av ráðgeving frá bæði kropsligum venjarum, kostráðgevum og øðrum serfrøðingum fáa gjørt eitt persónligt skeið, ið skal hjálpa tey av við tey óneyðugu kiloini.
Nýskapandi heildarloysn
Jákup Jacobsen frá Yndi sigur, at talan er um nýhugsan innan klænkiskeið í Føroyum, og hann veit ikki um, at slík skeið eru aðrastaðnis.
Talan er um eina heildarloysn. Tá ið tú hevur meldað teg til skeiðið, kemur tú til eina samrøðu við kropsligar venjarar, kostráðgevar og onnur, sum saman við tær gera eina ætlan fyri skeiðið, sigur Jákup Jacobsen.
Hann sigur, at talan ikki er um nakran "mirakelkur", tí talan er um eina lívsstílsbroyting, ið krevur hart arbeiði av tí einstaka luttakaranum.
Tað er eisini umráðandi fyri okkum, at tann einstaki luttakarin sær eina meining í tí, sum hann ger á skeiðnum, sigur Jákup Jacobsen.
Persónligt máltíð til dyrnar
Ein týðandi partur av einum slíkum klænkiskeiði er sjálvsagt kosturin, og tað er ikki altíð so lætt hjá einum persóni, ið vil sleppa av við nøkur kilo, at standa og gera vanligan mat til familjuna, samstundis sum man ger eitt klænkimáltíð til sín sjálvs.
Vit fara at bjóða teimum, sum eru við á skeiðnum, at tey kunnu bíleggja máltíð frá okkum. Talan er um máltíð, bæði døgurða og nátturða, ið eru gjørd út frá tí einstaka skeiðsluttakaranum. Máltíðini verða gjørd í einum góðkendum stórkøki og hava fyrstaflokks góðsku, sigur Jákup Jacobsen.
Nógv av teimum, sum viga eitt sindur ov nógv, hava mangan eisini ilt við at fara og venja saman við øðrum, sum kropsliga eru betur fyri enn tey, og henda trupulleika ætlar Yndi sær eisini at loysa.
Vit fara hvønn týs-, hós- og leygarmorgun at hava tveir tímar, har tað bert er atgongd fyri hyldligum fólkum í Yndi. Hetta fer vónandi at eggja fleiri slíkum at koma og venja, sigur Jákup Jacobsen. Hann leggur afturat, at leygarmorgun verður ein kostráðgevi eisini fast í hølunum hjá Yndi, so at tey, sum eru við á klænkiskeiðnum, kunnu fáa ráðgeving og tosa um,hvussu tað gongur við at klænka seg.
Bert fyri fólk við nógvari yvirvekt
Nýggja klænkitilboðið, sum hevur fingið heitið KGB, ið stendur fyri Komið & Gerið Broytingar, fevnir um eitt skeið upp á 10 vikur. Kostnaðurin fyri skeiðið er 2.400 krónur, og tá er óavmarkað atgongd til venjingarhentleikarnar í Yndi íroknað. Øll ráðgeving er eisini íroknað, men um tú vilt hava klænkimáltíð til dyrnar, noyðist tú at gjalda eyka fyri hetta. Jákup Jacobsen sigur, at skal skeiðið gerast veruleiki, er neyðugt við í minsta lagi 20 luttakarum, men tað ivast hann ikki í fer at eydnast.
Kunnandi fundur um nýggja klænkitilboðið verður í Yndi komandi l eygardag frá klokkan tólv til eitt.










