Sláa hart niður á lógbrótarar

Ein broyting er, at revsingin fyri millum annað brot á reglurnar um koyring ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum verða herdar, og skal revsiramman viðvíkjandi broti á reglurnar samsvara revsirammuni fyri rúsdrekkakoyring

Undir herðandi umstøðum kann revsingin hækka upp til fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, móti higartil 1 ár.

Herðandi umstøður eru millum annað um alkoholstyrkin í blóðinum fer upp um 2,0 promillu ella samsvarandi 1,0 mg pr.litur luft í útandingarluft.

Frádømingartíðin verður eisini longd. Áðrenn var minsta tíðarskeið 2 ár og 6 mðr, um promillan var omanfyri 2,0. Nú er minsta tíðarskeið 3 ár, um promillan er omanfyri 1,20 promillu.

Frádømingin kann verða gjørd fyri alla tíð, um førarin undir koyringini hevur framt groft koyrimistak, elvt til álvarsaman persónsskaða og um upplýsingar eru um brot, sum førarin áður hevur framt á ferðslulógina, at ein frádøming av førararættinum fyri alla tíð verður mett neyðug við fyriliti fyri ferðslutrygdini og rættarverjuni.

Ein onnur broyting er eisini, at sektirnar á ferðslulógarøkinum verða hækkaðar og gjørdar einfaldari soleiðis, at tær skulu kunna býtast við 500 kr. Sostatt verður talið á gjøldum, sum talan kann verða um, minkað munandi.