Søga og søgnir
tíðindaskriv
Áhugin fyri søgum og søguligari vitan hevur nú fingið betur gróðrarlíkindi í Sandoynni. Fornminnissavnið og Føroya Ferðaráð hava gjørt avtalu við Sandoyar Sýslu Ferðalag, um at felagið tekur sær av at samskipa føroyska partin av verkætlanini ?Destination Viking Sagalands.? Undirheitið er ?Sagas & Storytelling?, á føroyskum ?Søguslóðir.?
Endamálið við verkætlanini er at gera søgur og sagnir sjónligari, bæði fyri føroyingar og útlendskar gestir.
Teir tríggir, Jóannes Dalsgaard, stjóri á Fornminnissavninum, Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, og Sólvit Simonsen, formaður í Sandoyar Sýslu Ferðalagi, skrivaðu undir sáttmálan.
Tað verður Katrin Petersen, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu, sum skal samskipa tann verkliga partin av verkætlanini fyri stovnarnar báðar.
Grundarbeiðið at savna saman søgur og sagnir er gjørt. Ein bólkur við fólki úr Sandoynni og Skúgvoynni hevur savnað tilfarið, sum nú verður brúkt sum grundarlag undir ymiskum tættum. Ætlanin er at bjóða túrar fram við søguligum, fornfrøðiligum og sagnar-innihaldi. Støð, sum koma fyri í søgu og søgn, skulu hava vøkur og upplýsandi skelti. Og frásøgukynstrið skal lívgast, og førast víðari til næsta ættarlið, við at skipa fyri frásagnarkvøldum.
At tað júst varð Sandoyar Sýsla, sum varð vald til verkætlanina ?Søguslóðir?, eru fleiri orsøkir til. Ein hin tyngsta er sjálvandi Føroyingasøga, sum fyri ein stóran part hevur Skúgvoynna sum miðdepil. Og so eru vónir um spennandi fornfrøðilig fund í bønum norðan fyri kirkjuna á Sandi. Tíðliga í summar fara fornfrøðingar at grava her, á Junkarinsfløtti. Símun Arge, fornfrøðingur, stendur fyri hesum arbeiðnum.
Sandoyar Sýslu Ferðalag er eitt áhugafelag, sum við stuðli frá Sands, Húsavíkar, Skúgvoyar og Skálavíkar kommunu rekur Sandoyar Kunningarstovu.
Søguslóðir er ein 3 ára altjóða verkætlan sum Ferðaráð Føroya og Føroya Fornminnissavn fóru uppí á vetri 2003.