Venjarin hjá Óla Johannesen í Hvidovre, Frank Skytte, hevur fyri stuttum skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.
Tað hevur annars verið tosað um, at Skytte møguliga var ávegis til okkurt annað felag, men við undirskriftini er alt hetta tos beint av vegnum.
Í leikskránni til dystin móti Brønshøj sigur Jan Sørensen, manager, at hann er sera fegin um at Frank Skytte verður verðandi í felagnum.
- Tað ger at vit kunnu arbeiða víðari við tí, sum vit nú eru byrjaðir uppá, og eg ivist ikki í , at hetta er gott fyri bæði leikarar og áskoðarar, stóð m.a. at lesa í skránni.
jm