Eftir vónbrotið yvir at arbeiði uppá nýggja verjuskipið endaði í Noreg, so er at fegnast yvir, at landsstýrið í hesum føri gav føroyingum møguleikan at vísa og prógva fyri umheiminum - og fyri okkum sjálvum, at vit eiga fólk, sum væl og virðiliga eru før fyri at fara undir nýbyggingar. Eg fari ikki at koma inná allan tann ágóða, tílíkt arbeiði hevur við sær, men vit vita øll, at ágóðin av einum tílíkum arbeiði hevur stóran týdning fyri føroyingar og Føroyar.
Men, at tað almenna Føroyar í dag er farið undir at byggja ikki minni enn tvey nýggj skip við stuttum millumbili er undrunarvert - Guð viti hvat tað næsta verður? Nú pengar aftur eru í landskassanum, verður pressið á »kassan« alsamt størri og allir lokalpolitikararnir vilja hava sítt, til tess at kunna vísa okkurt fram til næsta val; tað er eyðsæð.
Nú pengar aftur eru í »kassanum«, so virkar tað, sum allir dreymar skulu uppfyllast í einum. Dømir sum: Fast samband um Leirvíksfjørð, undirsjóvartunnil til Vágar - tunnil ímillum Fjarða - bara hasar íløgurnar kosta uml. 655 mill. kr. + nú skal farast undir eisini at veita studning til fiskivinnuna (40 mill. avsettar um árið), nýggjar skúlar, nýtt løgtingshús o.s.fr.
T.d. fiskivinnan, hon hevur aldri kasta so nógv av sær sum nú. Fiskivinnan riggar væl uttan uppílegging frá tí almenna. Tann almenn i studningurin hevur einaferð tikið grundarfestið undan føroyingum; lat okkum fyri Guðs skyld ikki lata tað henda aftur. Haldið studningin vekk frá fiskivinnuni og lat hana passa seg sjálva, uttan at politikarir altíð skulu leggja uppí við broytingum; tað tekur grundarlagið undan lógini um Vinnuligan Fiskiskap!
Harumframt er meiningin hjá nøkrum at fara undir at oyðsla minimum 90 mill. uppá eitt nýtt løgtingshús. Eitt løgtingshús, sum í veruleikanum slett ikki er brúk fyri. Løgtingsmenn hava í dag fínar umstøður at virka undir. Um nakað er at finnast at, so er at velja eina bíliga loysn, ístaðin fyri hesa, sum væl og virðiliga er tann dýrasta.
Ætlanir eru um at byggja ein nýggjan og dýran skúlamiðdepil við Marknagilsvegin; ein skúla, sum skal koma ístaðin fyri tann skúla, vit hava í Hoydølum. Vit hava ein vælvirkandi skúla í Hoydølum, og ístaðin fyri at umbyggja skúlan í Hoydølum fyri væl minni pening, so er meiningin at leggja hann í oyði. Hervið verður alt og øll, sum til dagliga húsast har, flutt út á Marknagilsvegin har tey skulu gerast liðug í einari roynd at leggja miðnámsskúlarnar saman.
Fyri at koma aftur til tað, sum eg legði út við. So er tað ein veruleiki, at tað kann vera ringt hjá lokalpolitikarum og løgtingsmonnum at siga nei til øll tey, sum nú vilja hava eitt petti av lagkøkuni.
Tað er skelkandi; tað er sum um 80?ini bert vóru ein ringur dreymur, ein dreymur, sum í veruleikanum ikki hendi. Jú, 80?ini vóru ein veruleiki, ein veruleiki, sum vit øll eiga at minnast og eiga at læra av.
Man hvørki kann ella skal fara at geva eftir til øll tey, sum í dag vilja hava almennar íløgur til sítt valdømi. Tað er líkamikið, um talan er um Klaksvík, Suðuroy ella Havnina. Vit eru noydd at vísa varsemi og skynsemi.
Vit eru noydd at læra okkum at raðfesta tær almennu íløgurnar nógv ár fram í tíðina.
Vit mugu læra okkum at hugsa um framtíðina, og ikki sum altíð bara hugsa um nútíðina og um løtu vinning, sum seinni kann vísa seg at vera skaðiligan fyri alla tjóðina. Vit eiga at halda teimum almennu útreiðslunum niðri í teimum góðu tíðunum, til tess at landið skal kunna traðka til go gera nakrar skilagóðar íløgur í teimum ringu tíðunum, soleiðis at arbeiðskraft og virksemi her á landi kann varðveitast.
Grundin til at eg skrivi hetta lesarabræv er, at tað tykist, sum um vit øll bara hyggja at, ímeðan íløga eftir íløgu verður projekterað. Um eg skuldi nevnt allar tær íløgur, sum meiningin er at fara undir í komandi framtíð, so hevði letta lesarabrævið fylt nógvar síður.Lat okkum taka annað skinn um bak og vísa varsemi. Vit mugu læra at raðfesta íløgurnar soleiðis, at alt landið fær ágóðan av teimum íløgum, sum tað almenna vegheldur fyri. Takk fyri upptøkuna.
Jákup Sverri Kass
sjálvstýrismaður