Eisini eitt annað dóttirfelag hjá Føroya Banka hevur í dag skift samleika. Skyn hevur fingið nýggjan grafiskan samleika og nýggja heimasíðu. Nýggi samleikin knýtir Skyn tættari at móðurfelaganum Føroya Banka.
Svarti bjálkin verður eyðsýndur í búmerkinum hjá Skyn og er tað bjálkin, eins og skrifttypan, sum serliga binda feløgini í samtakinum saman. Skyn hevur tó egnan lit, sum nú er lilla.
Sostatt er nú greið samanbinding millum feløgini í samtakinum í Føroyum.