Skyn er seljarans maður

– Skyn er seljarans maður, har er eingin ivi. So greið er stjórin í nýggjastu ognarmeklarafyritøkuni í Føroyum, Torgun Davidsen. Hon slær fast, at tey ikki hava sum endamál at veita Føroya Banka fleiri lán, og at tey onga ávirkan hava á, hvat Landsbyggifelagið skrivar í støðulýsingarnar

Advokaturin Turið Debes Hentze heldur, at tað má vera púra greitt hvørjum áhugamálum bústaðarmeklarafyritøkur sum arbeiða fyri. Og sambært Torgun Davidsen, stjóra í Skyn, er heldur eingin ivi um, hvar teirra áhugamál eru.
– Skyn er seljarans maður, staðfestir hon.
Tá Føroya Banki eigur Skyn er skjótt at hugsa, at høvuðsuppgávan hjá nýggju ognarmeklarafyritøkuni ikki er at selja sethús, men heldur at skaffa bankanum fleiri lán. Hesum afturvísir Torgun Davidsen.
– Ein meklarafyritøka í Føroyum situr ikki og ráðgevur kundum sínum í, hvørji lán hann skal taka. Tað er orðna áðrenn kundin kemur til okkum, so har hava vit onga ávirkan. Í Danmark hevur tað verið øðrvísi, tí har hava vit sæð, at meklarafyritøkur hjá bankum hava ráðgivið kundum sínum í lánum. Í Føroyum er marknaðurin ikki soleiðis háttaður, tí lánið er fingið upp á pláss, tá kundin vendir sær til okkum, so í so máta tosa vit um sól og mána, um vit samanbera føroysk og donsk viðurskifti, sigur Torgun Davidsen.
Um so var, at ein kundi kom inn uttan lán, og tey í Skyn beintu kundan til Føroya Banka og soleiðis gav bankanum eitt lán aftrat, høvdu tey í Skyn fáa ikki eitt oyra burtur úr hesum, sigur Torgun Davidsen.

Samstarvsavtala og óheftni
Turið Debes Hentze, advokatur, setir spurnartekin við, at Skyn nýtir orðið óheftni um sítt virksemi, tá teir hava eina samstarvsavtalu við Landsbyggifelagið, sum skal gera støðulýsingarnar fyri ognarmeklarafyritøkuna. Turið Debes Hentze vísti á, at í Danmark er tað seljarin sjálvur, sum velur hvør skal gera støðulýsingina og ikki nøkur avtala, sum ognarmeklarafyritøkan hevur við onkran.
–Niðri hevur tú havt eitt lógarverk í rúma tíð, og tú hevur upparbeitt tær siðvenjur á økinum, sum vit ikki hava í Føroyum. Avtaluna hava vit gjørt rætt og slætt fyri at fáa gongd á virksemi. Tí er tað eisini, at vit bara hava gjørt eina tíðaravmarkaða avtalu við Landsbyggifelagið, vísir Torgun Davidsen á.
Hon leggur so aftrat og sigur, at í mun til óheftni og Landsbyggifelagið er tað at siga, at Skyn absolutt onga ávirkan hevur á tað, sum Landsbyggifelagið skrivar í støðulýsingunum av bústaðunum, sum Skyn skal selja.