Tvey av landsins størstu grannskoðanarfeløgum, Nota og Inpact, kasta nú saman undir nýggja navninum: »Januar løggilt grannskoðanarvirki«.
Við hesum savna feløgini sínar førleikar og bjóða seg fram við einari breitt samansettari ráðgevingar- og grannskoðanartænastu á altjóða stigi.
Hóast feløgini bæði nú verða eitt, so er ikki talan um eina fussión, har bæði partafeløgini leggja saman. Men stovnað verður eitt nýtt felag, sum yvirtekur starvsfólk, viðskiftafólk og arbeiðstól hjá gomlu feløgunum.
Skyldurnar hjá ávikavist Nota og Inpact liggja eftir í gomlu feløgunum.
Nota kann gerast partur í einum stórum endurgjaldi í sambandi við húsagangin hjá Eik Banka, har reist er endurgjaldskrav fyri fleiri hundrað milliónir krónur. Verður Nota dømt í hesum máli, so liggur ábrygdin í gamla felagnum.
Hoyrið samrøðu við Jógvan Amonsson, sum er annar av stjórinum í nýggja felagnum, niðanfyri: