Ofta ver_ur sagt, at fólk líkjast sum tveir dropar av vatni. Ella hinvegin at systkin eru sum dagur og nátt. Ta_ er sera ymiskt, hvussu fólk síggja. Onkur kann halda, at eitt barn líkist akkurát mammu síni, og ein annar beint ta_ mótsatta. Ta_ er ongantí_ til at siga, hvør líkist hvørjum. Ta_ er sum eyga sær. Men onkuntí_ er ta_, at ein sær líkheitir á fólki, sum ikki "eiga" at líkjast. Ta_ vil siga, at tey ikki eru í familju ella so miki_ langt úti, at ongin hugsar um, at tey áttu at líkjast. Men eisini ta_ kann koma fyri.
Eisini er ta_ ofta, at onkur familja hevur sterkari arvaeindir enn a_rar. Ta_ vil siga, at ta_ sást betur á einum hvørjari familju ein er av, enn hjá ø_rum. Mangan hava fólk spurt, hvørs barn ein er, og fingi_ aftursvari_: Ája, ta_ sæst á skræ_uni. Men ta_ er sum sagt eisini ójavnt frá familju til familju. Men onkuntí_ kemur ta_ fyri, at ein sær líkheitir millum fólk, vaksin ella børn, og ta_ ikki bara er ein, sum sigur seg síggja ta_. Og nevniliga hetta kom fyri á Ánaveitsluni á Vi_arei_i.
Minna um hvønn annan
Í Ánaveitsluni vóru tveir ungir dreingir. Ein úr Klaksvík og ein av Vi_arei_i. Flest øll mundu hava á munni, at teir mintu nógv um hvønn annan. Ikki endiliga líktust teir so nógv, men felagstrekkini eru mong.
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen er 11 ára gamal. Hann er mi_lingasonur Jóhonnu á Tjaldrafløtti og Hera Olsen í Klaksvík. Absalon Matras Absalonsen er 13 ára gamal. Hann er næstyngsti sonur Sjúr_ Matras og Victoriu Absalonsen á Vi_arei_i.
Umframt at teir bá_ir venja á sama li_i hjá KÍ, kann ikki sigast, at teir hava so øgiliga nógv til felags, tí teir ganga í skúla í hvør sínum sta_, og eru teir uppvaksnir ávíkavist í Klaksvík og á Vi_arei_i.
Og tó - teir eru bá_ir eftirkomarar hjá Heina í Ánunum. Og ta_ vil siga, at teir eru fermenningar. Ikki so nær í familju, vildi onkur sagt, men um ein hyggur eftir teimum á myndini, so minna teir ikki sørt um hvønn annan. Ta_ vildu í øllum førum tey flestu, sum vóru á Vi_arei_i seinasta leygarkvøld vera vi_. Og tey, sum kenna bá_ar siga, at ta_ er teir minna nógv um hvønnannan í sinni eisini.
Teir bá_ir sjálvir hildu onki um hóvastáki_, sum gjørt var_ burtur úr teimum. Men kanska hóma_ist ein lítil farri av stoltleika kortini. Teir vóru í øllum førum fegnir um at vera vi_ til veitsluna, og teir hugna_u sær saman vi_ restini. Og um ta_ ikki seg_i teimum so nógv at vera eftirkomarar hjá Heina í Ánunum á_renn veitsluna, so mundi ta_ vera broytt naka_ aftaná. Tí frágrei_ingin frá Jógvani Ósá var so gó_ og undirhaldandi, at sjálvt børnini sótu still og lurta_u.
Mangt anna_ var á skránni hetta kvøldi_, og tískil mundi klokkan vera naka_ nógv, á_renn teir bá_ir garparnir fóru troyttir heim í song. Sámal hev_i tó naka_ nógv longri veg heim enn Absalon...