Skyldar upp á herin

Seinastu tíðina hevur ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann visti hvørki út ella inn undir krígnum við Hizbollah seinasta summar. Nú svarar hann atfinningunum við at geva herinum skyldina. Olmert sigur, at hann fekk greitt at vita frá herinum, at tað var ikki tað átak, sum herurin ikki megnaði, og hesum trúði eg sjálvandi, sigur Olmert. Men herurin megnaði ikki uppgávuna, og tí er tað hann, sum eigur at fáa ákoyringarnar nú og ikki forsætisráðharrin ella stjórnin, heldur forsætisráðharrin. Generalurin, sum var ovasti fyri ísraelska herinum undir krígnum við Hizbollah, hevur lagt frá sær.