Skyldar Tvøroyrar Kommunu 15 milliónir

Føroya rættur hevur nú staðfest, at Strandferðslan hevur skyldu til at betala Tvøroyrar Kommunu havnargjald. Stríð hevur í fleiri ár verið ímillum Tvøroyar Kommunu øðrumegin og landsstýrið og Strandferðsluna hinumegin um havnargjaldið hjá Smyrli.

Landsstýrið tulkar lógina so, at tað er landið, sum eigur samferðsluhavnina á Krambatanga og tí skal Smyril ikki betala havnargjald.

Hinvegin hevur Tvøroyrar Kommuna tvíhildið um, at Smyril skal betala havnargjald fyri tær tænastur, skipið fær frá Tvøroyrar Havn, tá ið hann kemur inn um havnarmerkini.

Tá ið hvørgin parturin vildi geva seg, endaði málið í Føroya Rætti og har varð dómurin feldur nú á miðdegi.

Og dómarin gevur Tvøroyrar Kommunu fult vihald í, at Smyril skal betala havnargjald, heilt aftur til 23. Desember í 2004, tá ið ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk.

Verður fult havnargjald roknað, er talan um eina upphædd upp á slakar 15 milliónir, íroknað mvg, sum Strandferðslan sostatt skyldar Tvøroyrar Kommunu, men spurningurin er so um partarnir koma til eina aðra semju

Partarnir skulu nú taka støðu til um málið verður skotið inn fyri landsrættin ella ikki.