Skyldar 7 miljónir í parkeringsbótum

At onkur einstøk parkeringsbót liggur ógoldin í eina tíð, munnu mong kenna til. Men at skylda parkeringsbøtur fyri meiri enn sjey miljónir krónur man hoyra til undantøkini. Ein 42 ára gamal maður í Malmø í Svøríki hevur parkerað mest ólógliga í øllum Svøríki. Maðurin skyldar nevniliga fyri meiri enn 7 miljónir krónur í parkeringsbótum, eins og hann skyldar næstan líka nógv í skatti og øðrum avgjøldum.

- Maðurin hevur ikki verið drigin fyri rættin, tí vit fáa ikki fatur í honum, siga svensku myndugleikarnir.

Ikki færri enn 2629 bilar eru skrásettir í navninum hjá hinum 42 gamla, og myndugleikarnir meta, at tað nyttar einki at krevja mannin eftir peningi, tá fíggjarstøðan hjá honum er so vánalig.

Bilarnir, sum maðurin stendur fyri at eiga, eigur hann bert á ?pappírinum?. Tað eru onnur, sum ráða yvir og koyra í hesum bilum, men tað hevur eisini verið ógjørligt at knýtt lógarbrotini til hesar persónar.

Herfyri varð hin 42 ára gamli eisini knýttur at einum máli í Danmark, har ein av bilunum í hansara navni hevði staðið parkeraður í Århus síðan í juni 2010. Bilurin fekk 20 parkeringsbøtur fyri tilsamans 10.000 krónur.

Eisini danska løgreglan hevur uttan hepni roynt at fingið fatur í hinum 42 ára gamla svianum.