Skyldaðu tvær milliardir

Tað var við manér, tá Pihl & Søn herfyri fór á húsagang.

 

Stóra danska byggifyritøkan, sum hevur verið partur av nógvum stórum føroyskum verkætlanum, fór í august mánaði í skiftirættin, tí felagið megnaði ikki at svara hvørjum sítt.

 

Enn er trotabúgvið ikki endaliga uppgjørt, men fyribisl tølini vísa, at felagið er farið so logandi á húsagang. Bara starvsfólkakrøvini eru einar 175 til 200 mió kr., og samlaða skuldin er í løtuni uppgjørd til 2,1 mia kr. Og tá vilja bústjórararnir ikki útiloka, at fleiri krøv kunnu koma, skrivar epn.dk.

 

Víðari skrivar heimasíðan, at virðini í felagnum eru langt ífrá í somu stødd sum skyldurnar. Samlaðu ognirnar verða mettar at vera 291 mió kr., og av hesum eru einans 60.000 krónur í reiðum peningi.

 

Pihl & Søn taldist millum størstu byggifyritøkurnar í Dannmark. Eitt nú hevur felagið havt byggileiðsluna, tá Stórabeltsbrúgvin, Operain og stóra nýggja akvariumið, Den Blå Planet, vórðu bygd.