Skylda milliardir í skatti

Íslendskir bankar hava ógoldnar skattarokningar fyri umleið 4,3 milliardir danskar krónur, sum teir skuldu havt goldið, áðrenn bankakervið fór av knóranum um heystið í 2008.

Tað vísir ein kanning, sum fíggjarmálaráðið í Reykjavík hevur gjørt, og sum blaðið Icelandic Review endurgevur úr. Blaðið veit eisini at siga, at nøkur av skattamálunum verða latin einum serligum ákæra at arbeiða víðari við.

Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, sigur, at tað almenna fer at gera alt, sum gerast kann, fyri at fáa fatur á tí ógoldna skattinum. Hann vísir samstundis á, at Altingið er í ferð við at viðgera eitt lógaruppskot, sum skal geva myndugleikunum heimild til at frysta ognir hjá teimum, sum skylda tí almenna skatt.

Í sambandi við kanningina hevur fíggjarmálaráðið hugt at bankastjórum, øðrum bankastarvsfólki og týðandi viðskiftafólki hjá bankunum. Umframt skatt av virðisbrøvum snýr tað seg um partabrævahandil og avskrivingar av lánum, skrivar Icelandic Review.