Skylda meiri skatt

Sjálvt um eitt tað fyrsta stigið hjá donsku stjórnini var at lýsa skattasteðg, skylda danir meiri skatt nú enn frammanundan.

Ein uppgerð hjá donsku pantifútunum vísir, at hóast skattavaldið fleiri ferðir minti fólk á at rinda skattin, vaks eftirstøðan 137 milliónir krónur í fjør. Tað hevur við sær, at á nýggjárinum skyldaðu danir meiri enn seks milliardir krónur í skatti. Trý ár frammanundan var eftirstøðan 5,6 milliardir krónur.

Í seinnu helvt av nítiárunum gekk væl hjá dønum at rinda skattin, og eftirstøðan minkaði tá á hvørjum ári, men síðani 2000 hevur tað gingið tann øvugta vegin sæst í kanningini hjá pantifútunum.