Tey vinnurekandi í Føroyum skylda landskassanum 89,6 milliónir í mvg. Tað staðfesta løgtingsgrannskoðararnir í eini nýggjari frágreiðing, teir hava lagt fram. Tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at tað gongst so illa hjá landskassanum at fáa inntøkurnar av mvg í kassan og eftirstøðan hevur verið stór.
Fyri trimum árum síðani mæltu teir landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at ansa eftir, at MVG-eftirstøðurnar ikki øktust enn meira.
Við árslok í 2012, skyldaðu vinnurekandi í Føroyum, landskassanum 117 milliónir í mvg, men við árslok í 2013 vóru tær minkaðar niður í 89,6 milliónir.
Lógin varð herd í eini roynd at fáa inntøkurnar niður og løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at skuldin er minkað.
Men samstundis harmast teir um, at skuldin framvegis er so stór.
Og teir halda, at batnar støðan ikki, skal landsstýrismaðurin taka onnur stig fyri at fáa eftirtøðurnar burtur.
|