Skylda landsins mótvegis útoyggjunum at veita teimum betri ferðasamband!

Anna Áarberg

Í fjølmiðlunum hoyrist og sæst javnan um berghol, undirsjóartunlar og nýggjar ferjur, sum skulu gerast ymsastaðni í landinum: sandoyingar skulu hava undirsjóartunnil, møguliga við einum avstikkara upp í Hest, undirsjóartunnil skal gerast undir Skálafjørðin, soleiðis at tað einans tekur 10 minuttir hjá fólki har at koyra til Havnar, berghol skal gerast norður um fjall á Borðoynni, ístaðin fyri tey bæði smølu og ótíðarhóskandi bergholini, sum hava verðið nýtt síðani einaferð í 1960-unum, berghol skal gerast úr Hvannasundi norður til Viðareiðis, nólsoyingar skulu hava nýggja ferju, Sam skal gera eyka túr út í Kallsoynna, so fólkið har kann ganga til ymisk frítíðarítriv inni á meginøkinum, Smyril skal gera ein eyka túr til Suðuroyar, soleiðis at ítróttarfólk kann koma aftur og fram o.s.fr., o.s.fr., sumt meira átroðkandi enn annað.
Men bergholið og ferjulegan, sum svínoyingar hava søkt um í skjótt rættuliga nógv ár, verða so at siga ikki tikin upp á tunguna. Jú, peningur er vistnokk settur av til ymiskar kanningar, og onkrar kanningar eru nokk eisini gjørdar, men tað gongur alt, alt ov seint fyri seg. Tað er nú, beinanvegin at okkurt má henda. Um orsøkin til tann væntandi viljan at gera nakað er tann, at vit ongan politikkara eiga, sum talar okkara søk, skal eg lata verða ósagt, men nógv er,sum bendir á, at so er.
Havandi í huga, at hetta ikki er ein marglatistrupulleiki, svínoyingar berjast við, men ein spurningur hjá Svínoynni at yvirliva sum samfelag, er tað óskiljandi at viljin hjá politikarunum ikki er størri at gera nakað munagott. Atkvøðurnar eru kanska ov fáar! Tað verður ofta havt á lofti, at tað nyttar onki at gera nakað, tað er ov seint, ov fá fólk, hvør tímir at flyta útaftur, bygdin doyr út allíkavæl – jú, argumentini eru allarhelst nógv fyri ikki at gera nakað – og, gaman í, best hevði verðið, um bergholið og ferjulegan vórðu gjørd fyri 20 árum síðani (so hevði støðan ikki verið so ring, sum hon er í dag), men tað kunnu vit ikki hanga okkum í nú. Nú ræður um at hyggja frameftir og fáa sum frægast burturúr.
Undirritaða kann í øllum førum tosa fyri seg, at varð ferðasambandið betur, so var tað slettis ikki óhugsandi at havt fastan bústað úti í Svínoy. Og eg rokni ikki við, at eg eri tann einasta.
So, góðu politikkarir, leggi nalvaskoðanina til síðis og arbeiði fyri øllum landinum, eisini útoyggjunum. Útoyggjafólk eru eisini skattgjaldarir, minnist til tað. Tá tað kemur til menning av útjaðaranum/útoyggjunum, so eru tit dumpaðir, so tað stendur eftir. Sjálvt PISA- kanningin er eitt ljós afturímóti.
Føroyar verða so nógv fátækari, um útoyggjarnar verða avoyddar!
Tað hevði kanska verðið eitt gott hugskot at alt løgtingið og landsstýrið við fóru eina útferð, hendan útferðin skuldi verðið ein vetrardag, tá høgættirnar leika á norðanfyri, flutningsfarið skuldi verðið Másin, og leiðin, ja - hon skuldi verðið runt Svínoynna.