Skylda arbeiðsgevaranna at upplýsa løntakaran

Allir arbeiðsgevarar skulu hava skyldu til skrivliga at upplýsa løntakararar um tey týdningarmestu viðurskiftini, sum eru galdandi fyri starvssetan ella arbeiði teirra, sigur Hans Pauli Strøm

ÓLAVUR Í BEITI


Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra er nú lagt fyri tingið, og er tað Hans Pauli Strøm, sum hevur lagt tað fram vegna Javnaðarflokkin.

Í almennu viðmerkingunum, sigur Hans Pauli Strøm, at endamálið við lógini er, at allir arbeiðsgevarar, almennir eins væl og privatir, stórir eins væl og smáir, skulu hava skyldu til skrivliga at upplýsa løntakararar um tey týdningarmestu viðurskiftini, sum eru galdandi fyri starvssetan ella arbeiði teirra.

? Hesar upplýsingar snúgva seg m.a. um upplýsingar um arbeiðið sjálvt, hvat arbeiðið snýr seg um, og hvussu tað er lagt til rættis, hvør tann ítøkiliga arbeiðsuppgávan er, um starvsstøðuna og starvsheitið hjá løntakaranum, um nær starvssetanin er byrjað, og um hon er tíðaravmarkað, um rætt til frítíð, um uppsagnarfreistir, um øll lønarviðurskifti og um arbeiðstíðirnar.


Betri trygd

Hans Pauli Strøm kunnar um, at tað eru fleiri bólkar av løntakarum, sum longu við lógaráseting ella millumpartaavtalu í ávísan mun hava greiði á hesum viðurskiftum. Øll starvsfólk eru t. d. fevnd av starvsfólkalógini. Sjómenn eru fevndir av løgtingslógini um sjómenn. Og innan fyri tað almenna fer annars eisini fram ein útgreining av starvsfólkapolitikkinum, sum m.a. ásetir upplýsingaskyldur arbeiðsgevarans langt út um tey minstamørk, sum henda lógin ásetir.

? Men í hesum førinum, sum í so nógvum øðrum, er tað ein bólkur - ein tann størsti bólkurin á arbeiðsmarknaðinum - sum er serliga illa fyri, og sum so at siga er uttan rættindi av hesum slagnum, sum lógaruppskotið snýr seg um. Tað eru tey tímaløntu. Kanska meir enn nakar annar bólkur hava tey átrokandi tørv á slíkari lóggávu sum hesari.

? Við hesi lógini tryggjast øllum løntakarum somu rættindi, antin tey eru í almennari ella privatari tænastu, fastlønt ella tímalønt, faklærd ella ófaklærd, øllum teirra tryggjast nú eitt minstamark av týdningarmiklum upplýsingum um setanar- og arbeiðsviðurskifti teirra.

? Í flestu grannalondum okkara eru galdandi lógir, sum á ymsan hátt verja løntakararnar í sambandi við starvssetan teirra. Fáur man vera ósamdur í, at tað er sjálvsagt og náttúrligt, at løntakarin fær allar tær týdningarmestu upplýsingarnar, sum hava atlit til starvssetan hansara, og at arbeiðsgevarin tí skal hava skyldu til at veita løntakaranum hesa upplýsing, sigur Hans Pauli Strøm m.a. í viðmerkingunum til uppskoitð.