Skylda 307 milliónir í skatti og avgjøldum

- Men eftirstøðan er nógv minkað seinastu árini

Tilsamans skylda føroyingar 307,1 milliónir í skatti og avgjøldum.

 

Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Men hon vísir á, at seinastu árini er eftirstøðan minkað nógv, tí fyri fimm árum síðani, í 2012, var hon upp á slakar 380,8 milliónir krónur, men síðani er hon minkað so líðandi.

 

Tað er serliga eftirstøðan av mvg, sum er minkað. Í 2012 skyldaðu vinnurekandi í Føroyum 117,4 milliónir í mvg, men nú er eftirstøðan minkað meiri enn eina helvt, tí nú er hon komin niður á 51 milliónir krónur.

 

- Minkingin stavar í høvuðsheitum frá miðvísum arbeiði, skuldarumskipingum, upprudding, og øðrum, sigur Kristina Háfoss.

 

Hinvegin hava eftirstøðurnar av B - skatti, og írestandi skatti, verið støðugar hesi seinastu árini og tær hava verið ávikavist einar 20 og 82 milliónir krónur.

 

Samanumtikið gongur tað væl at fáa pengar inn, og at vit eru nøgd við positivu gongdina á eftirstøðuni, sigur Kristina Háfoss.