Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur formelt ikki skipað seg enn, men tað verður ætlandi gjørt á fundi mikukvøldið klokkan 18. Ein meiriluti í býráðnum hevur gjørt avtalu um samstarv, og henda avtala merkir, at Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri eftir 1. januar 2017 - fyribils í fýra ár aftrat.
- Eg var spentur til valið, og eg eri fegin um tann stuðul, eg fekk. Hetta hava verið fýra spennandi ár, og eg ivist onga løtu í, at tey næstu fýra árini verða minst líka so spennandi og gevandi fyri okkara kommunu.
Tað sigur Jóhan Christiansen, sum er til reiðar at taka fýra ár aftrat í fremstu røð, og hann ætlar eisini í komandi valskeiði at gera sítt besta fyri at tæna fólkinum í Eysturkommunu.
- Løtan er góð, og avbjóðingarnar eru nógvar. Tað ræður um at arbeiða skilagott, og hóast vit hava sett okkum fyri at gera stórar íløgur í 2017, rinda vit alla tíðina niður á lutfalsliga lítlu nettoskuldina.
Jóhan Christiansen sigur, at Eysturkommuna er sera væl fyri fíggjarliga og tá hetta árið, sum nú nærkast endanum, er liðugt, verður nettoskuldin hjá kommununi bert umleið 10 prosent av einari álíkning.
- Vit hava rásarúm til góðar íløgur, sum í 2017 verða umleið 41 miljónir krónur. Sum samanløgd kommuna, hevur Eysturkommuna átta ár á baki, og hesi árini hava vit gjørt íløgur fyri umleið 170 miljónir krónur, tó at vit eingi lán hava tikið í fleiri ár, sigur borgarstjórin.