Fleiri brúgvaløg flyta seg komandi dagarnar yvir Føroyar úr suðri og hava regn við sær.
Í dag verður eitt gul til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, samdrigið og ælaveður. Í nátt snarar hann í ein landsynning og verður eitt andøvsgul, 5 til 8 metrar um sekundið, yvirhøvur turt og skýggjað Hitin alt døgnið millum 9 og 13 stig
Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum øtlast upp í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, og um kvøldið snarar í ein sunnan. Skýggjað og sum frá líður regn av suðri. Um náttina eitt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og támut og stundum regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul sum snarar í ein eystan, 3 til 8 metrar um sekundið, um náttina yvirhøvur av landsynningi ella av ymsum ættum. Skýggjað, támut og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi, seinni útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og fyrst regn, men sum líður út á dagin, klárar hann í. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, út á dagin snarar hann í ein landsynning og eystan, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og út á kvøldið regn av útsynningi. Hitin alt døgnið millum 8 og 13 stig.
Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og kanska regn ella ælingur av og á. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.










