Skýggjað, regn og vindur

Lítið hugaligt og samdrigið januarveður í dag.

Lítið hugaligt og samdrigið januarveður við regni og vindi verður í dag, sambært donsku veðurstovuni, DMI.

 

Tey boða frá hvøssum vindi av útsynningi, upp móti 21 metrum um sekundi, fyrrapartin, men út á seinnapartin minkar hann niður í strúk í vindi, millum 11 og 14 metrar um sekundi.

Tað verður samdrigið við regni og sirmi av og á, og seinnapartin verður eitt skifti til áhaldandi regn, og hitin kemur at liggja millum átta og ellivu stig. Seinni minkar hann um hitan niður í tvey til sjey stig.