Skýggjað og okkurt æli komandi dagarnar

Eitt lágtrýst við Hetland flytir seg í ein útnyrðing, yvir Føroyum, og hevur við sær regn og ælaveður.

Eitt lágtrýst við Hetland flytir seg í ein útnyrðing, yvir Føroyum, og hevur við sær regn og ælaveður. Til leygardagin fer lágtrýstið at liggja vestan fyri Føroyar, áðrenn tað fyllist, meðan eitt nýtt lágtrýst stingur seg upp eystan fyri Føroyar.

 

Mikudagn verður eitt lot til gul av ymsum ættum, 2 til 5 metrar um sekundið, seinni eitt lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn og í støðum mjørki. Hitin millum 10 og 13 stig. Mikukvøldið og um náttina verður eitt lot til andøvsul av landsynningi, sum snarar í ein landnyrðing og norðan, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og turt, men út á náttina fer at regna. Hitin um 10 stig.

 

Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum um náttina øtlar upp í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli. Hitin millum  10 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt lot til andøvsgul og snarar í ein landsynning. Um náttina snarar hann í ein landnyrðing og norðan. Skýggjað og møguliga okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig, og um náttina niður í 5 stig.

 

Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av norði og útnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og okkurt æli. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig, og um náttina niður í 7 stig.