Skúvoy skal vera verndarøki

Skúvoy skal vera fyrsta oyggj í landinum sum gerst verndarøki.

Tað eru Skúvoyar kommuna og hagastýrini í oynni, sum ætla tað, skrivar Kringvarpið.

 

Tey hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja oynna við heimild í Náttúruverndarlógini.

 

- Tað er neyðugt at gera meira fyri at verja fuglin móti vaksandi ferðafólkatalinum, sigur Harry Jensen, kommunustýrislimur og formaður í ramsarnevndini fyri Skúvoy við Kringvarpið.

 

Fríggjadagin 25. oktober verður borgarafundur í Skúvoy um møguligt verndarøki.

 

Les eisini: Myndir frá vitjan í Skúvoy

 

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.

 

Les eisini: Borgarafundur í Skúvoy um verndarøki

 

Skúvoy hevur serliga náttúru og er frammanundan eitt ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl.

 

 

 

Hoyrið innslagið hjá Kringvarpinum við at trýsta her