Skutu nýtt met til Føroyar

Aftur í gjár skutu bogaskjúttarnir fleiri heiðursmerki heim til Føroya. Tvær gull, eina silvur og eina bronsu gjørdist tað til, tá kappast var ein ímóti einum

Tá bogaskjúttarnir byrjaðu at skjóta í gjár, høvdu Føroyar tilsamans 14 gullheiðursmerki. Tá bogaskjúttarnir vóru lidnir at skjóta, høvdu Føroyar 16 gullheiðursmerki. Hetta er tað mesta nakrantíð, og sostatt skutu bogaskjúttarnir Føroyar til nýtt met á oyggjaleikunum. Eitt met, sum varð bøtt seinni í gjár, tá svimjararnir hálaðu trý gull heiðursmerki heim aftrat.

Tað tekur tó einki frá avrikunum hjá bogaskjúttunum, sum mugu metast at vera framúr góð.


Sigrid sigraði

Kappingin var skipað á sama hátt, sum eitt slag av cup-kapping. Kappast var ein ímóti einum, vinnarin fór víðari og taparin reyk út. Til hetta slag av kapping krevst konsentratión, disiplin og so eginleikin, at vera kaldur og hava tamarhald á nervunum, tá á stendur.

Byrja vit við kvinnuliga gullinum, so livdi Sigrid Vang upp til alt hetta. Hon setti tríggjar bogaskjúttar av á vegnum til finaluna, sum gjørdist rættuliga spennandi. Tá teir tríggir pílarnar vóru skotnir fýra ferðir, sum gjørt verður í finaluni, stóð á jøvnum. Tískil var neyðugt við eykaskotið. Har snýr tað seg bara um at vera tættast miðjuni. Tað var Sigrid og tískil gjørdist gullið hennara.

Hetta var í compound, og í recurve gekk næstan líka væl. Har var Annika Vang í finaluni, men tapti í síðsta enda, soleiðis at hon stóð eftir við silvurheiðursmerkinum.


Jógvan tríggjar gull

Í compound hjá monnum tók Jógvan gullið. Á vegnum í finaluna møtti hann Per Holm Andersen, sum sá út til at skula basa Jógvani. Men av onkrari orsøk gloymdi Per at skjóta seinasta pílin, so Jógvan fór víðari og allan vegin upp í topp. Tað merkir, at hann nú hevur tríggjar gull medaljur, og hevur møguleikar fyri at fáa eina fjórðu í morgin, tá head to head liðkappingin verður.


Føroyskur bronsudystur

Í recurve hjá monnum vóru ikki færri enn 128 luttakarar. Teirra millum Absalon Hansen og Hans Petur Højgaard, sum endaðu við at spæla bronsudyst hvør móti øðrum. Her dróg Absalon longra stráið, og vann bronsuna. Men sum hann sjálvur tók til eftir dystin, so var tað týdningarmesta, at heiðursmerki kom til Føroya, og ikki hvør fekk tað.