Skutu hermenn sum flýddu

Í Sýrialandi hevur stjórnarherurin skotið í minsta lagi 72 hermenn, sum rýmdu frá sínum støðum í Idlib-landspartinum nærhendis turkiska markinum. Týska tíðindastovan DPA skrivar frá eygnavitnum, at stjórnarhermenninir skutu við maskinbyrsum eftir hermonnunum, sum royndu at sleppa til rýmingar.

Annars hevur sýriska stjórnin játtað at lata útlendskar eygleiðarar koma til landið. Tað hendi í dag, tá sýriski varauttanríkisráðharrin, Faisal Mekdad, var í Kairo og skrivaði undir eina avtalu við Arabisku Samgonguna. Samgongan hevur leingi roynt at fáa stjórnina í Damaskus at loyva eygleiðarum inn í landið.

ST metir, at meiri enn 5.000 fólk hava latið lív, síðani uppreisturin ímóti Bashar al-Assad, forseta og stýri hansara byrjaði.